Innanlands

Miðlafólk fáa stuðul úr Grønlandi

Felagið hjá grønlendskum journalistum hevur sent stuðulsskriv til Felagið føroysk Miðlafólk í kravinum um samráðingarrættin fyri alment sett miðlafólk

Arnaq Nielsen, forkvinna í grønlendska felagnum fyri miðlafólk, TP

Arnaq Nielsen, forkvinna í grønlendska felagnum fyri miðlafólk, TP

2025-04-15 07:29 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nú hevur eisini grønlendska fakfelagið fyri miðlafólk víst fullan stuðul til Føroysk Miðlafólk, sum stríðist fyri samráðingarrættinum fyri limirnar á almenna arbeiðsmarknaðinum.

Í yvirlýsing sigur Medieforbundet i Grønland, TP, millum annað at “Det er helt uacceptabelt, at journalister og mediefolk i Kringvarp Føroya nægtes forhandlingsretten – en grundlæggende faglig rettighed, som alle andre mediefolk i Rigsfællesskabet har haft i årevis.”

Felagið heitir tí á landsstýrið um at viðurkenna og virða rættin hjá miðlafólki í Føroyum at skipa seg við egnum sáttmála. 

Sum áður fráboðað hava Føroysk Miðlafólk stevnt landsstýrinum, sum ikki vil viðurkenna samráðingarrætt felagsins. Stevningin varð fráboðað eftir úrslitaleysan fund við løgmann og landsstýriskvinnuna við fíggjarmálum 2. apríl og formliga latin Føroya Rætti 7. apríl.

Kravið í stevningini er, at landsstýrið verður dømt at viðurkenna, at Føroysk Miðlafólk er eitt felag við avtalu- og samráðingarrætti fyri miðlafólk á almenna arbeiðsmarknaðinum í Føroyum. 

Málið er rættuliga prinsipielt fyri Føroysk Miðlafólk. Tað snýr seg um heilt grundleggjandi rættindi, at eitt yrki hevur rætt til at verða umboðað av sínum yrkisfelag. Politiska valdið í øllum okkara grannalondum hevur viðurkent rættin hjá miðlafólki í teirra almennu public service-fjølmiðlum at skipa seg við egnum sáttmála. Tí eru tað norðurlendsku fakfeløgini fyri miðlafólk, sum samráðast um sáttmálan fyri miðlafólkini í DR, NRK, SVT/Sveriges Radio, YLE, RUV og KNR.

Øll fakfeløgini fyri miðlafólk í Norðurlondum stuðla Føroyskum Miðlafólkum í kravinum um samráðingarrættin fyri Kringvarpið. Tað var longu gjørt í felags yvirlýsing frá Nordisk Journalistforbund 25. november 2024.

Føroysk Miðlafólk hava einki frætt aftur frá landsstýrinum, síðani stevningin varð fráboðað og síðani latin Føroya Rætti, skriva Føroysk Miðlafólk í tíðindaskrivi. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder