Innanlands

Miðlafólk latið rættinum stevning móti landsstýrinum

Føroysk Miðlafólk stevnt landsstýrinum, sum ikki vil viðurkenna samráðingarrætt felagsins

Jón Brian Hvidtfeldt, formaður, og Georg L. Petersen, nevndarlimur í Føroyskum Fjølmiðlafólkum uttan fyri rættarhølið saman við advokatinum Jógvan Páll Lassen

Jón Brian Hvidtfeldt, formaður, og Georg L. Petersen, nevndarlimur í Føroyskum Fjølmiðlafólkum uttan fyri rættarhølið saman við advokatinum Jógvan Páll Lassen

2025-04-08 13:03 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í gjár stóð tað endaliga greitt, at grundleggjandi rætturin hjá miðlafólki at skipa seg við egnum sáttmála í almenna public service stovninum Kringvarpi Føroya skal roynast í rættinum.

- Vit vónaðu til tað seinasta, at landsstýrið fór at broyta støðu og viðurkenna rættin at samráðast um egnan sáttmála, ið er so grundleggjandi fyri eitt hvørt yrki. Men landsstýrið letst ikki um vón, og tí er stevningin nú latin rættinum, sigur Jón Brian Hvidtfeldt, formaður í felagnum Føroysk Miðlafólk.

Stevningin varð fráboðað eftir úrslitaleysan fund í Tinganesi mikudagin í síðstu viku, har løgmaður og landsstýriskvinnan við fíggjarmálum vóru við, umframt lønardeildin undir Fíggjarmálaráðnum.

22. mai í fjør bað felagið Føroysk Miðlafólk um samráðingarrættin fyri limirnar á almenna arbeiðsmarknaðinum, herundir serliga í Kringvarpinum, tá táverandi sáttmáli millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið fór úr gildi 1. oktober 2024. 

Ynskið bleiv ikki gingið á møti, og víðari samráðingar við landsstýrið endaðu úrslitaleysar 2. apríl 2025.

Kravið í stevningini nú er latin Føroya Rætti, er stutt og greitt, at landsstýrið verður dømt at viðurkenna, at Føroysk Miðlafólk er eitt felag við avtalu- og samráðingarrætti fyri miðlafólk á almenna arbeiðsmarknaðinum í Føroyum.

Grundleggjandi rættindi

Málið er rættulig prinsipielt fyri Føroysk Miðlafólk. Tað snýr seg um heilt grundleggjandi rættindi, at eitt yrki hevur rætt til at verða umboðað av sínum yrkisfelag. Politiska valdið í øllum okkara grannalondum hevur viðurkent rættin hjá miðlafólki í teirra almennu public service-fjølmiðlum at skipa seg við egnum sáttmála. Tí eru tað norðurlendsku fakfeløgini fyri miðlafólk, sum samráðast um sáttmálan fyri miðlafólkini í DR, NRK, SVT/Sveriges Radio, YLE, RUV og KNR.

Grein-11 í evropeisku mannarættindakonventiónini, sum Føroyar eisini hava tikið undir við, sigur beinleiðis, at ”Enhver har ret til frit at deltage i fredelige forsamlinger og til foreningsfrihed, herunder ret til at oprette og slutte sig til fagforeninger for at beskytte sine interesser.”

- Hvussu skal eitt fakfelag verja áhugamálini hjá limunum, um landsins stýri noktar fakfelagnum at samráðast um ein sáttmála, spyr Jón Brian Hvidtfeldt.

Tí er málið prinsipielt. Og tí er tað nú latið Føroya Rætti.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder