Ein nýggjur persónur er undir illgruna í málinum um Madeleini McCann, sum hvarv fyri 12 árum síðani.
Tað sigur løgreglan í Portugal, sum kannar málið, sambært bretska miðlinum The Telegraph.
Sambært portugisisku miðlunum, er talan um ein pedofil, sum var í økinum, har Madeleine hvarv fyri 12 árum síðani.
Navnið á viðkomandi er ikki almannakunngjørt, men sum skilst, er tað Scotland Yard, ið gav portugisisku løgregluni hesa ábendingina.
Hvørki portugisiska løgreglan ella Scotland Yard ynskja at úttala seg í málinum.
Hóast 12 ár eru liðin, síðan Madeleini hvarv, hava foreldur hennara, Kate og Gerry McCann, sagt, at tey framhaldandi ætla at leita eftir dóttrini, óansæð hvussu langa tíð tað fer at taka, og tey fegnast um, at løgreglan framhaldandi leitar eftir henni.
Madeleine McCann, er hon á lívi enn, fyllir 16 ár hendan mánaðan.
Familja hennara ynskir heldur ikki at úttala seg um nýggju ábendingina, sum løgreglan sigst at hava fingið.
Sambært vinfólki hjá McCann familjuni, hava tey tó ringt við at trúgva hesum, av tí at tíðindini komu út júst 12 ár aftaná, at Madeleine hvarv.
Madeleini hvarv úr frítíðaríbúðini í Praia da Luz-frítíðarstaðnum í Portugal 3. mai í 2007. Hon og tvey yngri systkin høvdu ligið og sovið, meðan foreldrini høvdu verið úti og etið á einari matstovu 55 metrar frá íbúðini. Hildið verður, at onkur hevði sníkt seg inn í íbúðina í meðan og rænt Madeleine, ið tá bert var 3 ára gomul.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald