Seinastu mánaðirnar hevur Jonhard Hammer, ein av eigarunum av Sosialinum og Dimmalætting, og eisini stjóri í Dimmalætting, verið skuldsettur fyri at hótta ein journalist. Men nú hevur ákæruvaldið mett, at málið ikki kann enda við einum dómi, og ger tí ikki meira við málið.
Ákærurnar vóru ikki nóg ítøkiligar og ógvusligar.
Tað er Frihedsbrevet.fo, sum ber hesi tíðindini í dag.
Málið snýr um tað, sum er sagt í einari telefonsamrøðu, sum partvís var tikin upp, millum Jonhard Hammer og Sigurjón Einarsson, sum nú er journalistur á FM1, men sum undan tí starvaðist á Dimmalætting. Í telefonsamrøðuni skal Jonhard Hammer hava sagt, at um Sigurjón Einarsson ikki góðtók at fáa helvtina av lønini, hann átti til góðar, skuldi hann ikki gerast kløkkur, um onkur bankaði uppá dyrnar.
Sigurjón Einarsson virðir avgerðina hjá ákæruvaldinum, og á hinari síðuni fegnast Jonhard Hammer um avgerðina, skrivar Frihedsbrevet.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald