Mentan

Miðlastuðul latin átta miðlum

Teir miðlarir, sum í dag hava fingið játtað miðlastuðul, eru teir somu sum í fjør. Samlaða upphæddin er tvær milliónir.

Miðlahúsið (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Miðlahúsið (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-12-12 17:58 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Miðlastuðulsnevndin hevur í dag játtað átta føroyskum miðlum tvær milliónir krónur í miðlastuðuli á triðja sinni.

Átta umsóknir vóru til miðlastuðul í ár. Hetta er sama tal sum í fjør, eins og stuðulsmóttakararnir eru teir somu sum í fjør. Teir átta miðlarnir, ið lúka treytirnar at fáa stuðul, fáa úr 79.964,00 kr. upp í 691.727,00 kr. í stuðli í ár.

Tvær milliónir eru settar av á fíggjarlógini fyri 2019 til miðlastuðul, og býtið millum miðlarnar er sum víst niðanfyri:

Sosialurin: 691.727,00 kr
Dimmalætting: 281.348,00 kr
Portal.fo: 213.751,00 kr
FM1: 195.184,00 kr
Norðlýsið: 192,873,00 kr
R7 Kringvarp: 185.589,00 kr
VP.fo: 159.560,00 kr
JN.fo: 79.964,00 kr

Miðlastuðul verður játtaður við heimild í miðlastuðulslógini. Stuðulin verður latin sum ein føst grundupphædd, áljóðandi 40% av árligu játtanini á fíggjarlógini, býtt javnt millum umsøkjararnar, sum lúka treytirnar, og harumframt verða 60% av árligu játtanini latin sum ein lutfalslig upphædd í prosentum av skjalprógvaðum lønarútreiðslum árið fyri umsóknarárið hjá viðkomandi miðli.

Samlaði miðlastuðulin kann í mesta lagi vera 40% av skjalprógvaðu lønarútreiðslunum árið fyri umsóknarárið hjá einum miðli. í mun til í fjør eru samlaðu lønarútreiðslurnar hjá teimum átta miðlunum øktar rættiliga nógv, úr 18,6 mió. kr. upp í 21,2 mió. kr.

Miðlastuðulsnevndin hevur í viðgerðini av teimum átta umsóknunum lagt sama leist sum undanfarnu tvey árini, og sostatt hevur nevndin serliga hugt eftir yvirskipaða endamálinum við lógini, ið er at økja um útboðið av miðlum og margfeldi teirra, og samstundis hevur nevndin framhaldandi lagt eina breiða tulking í mun til treytirnar, ið lógin og viðmerkingarnar til lógina seta til innihaldið í miðlunum.

Somu miðlar, sum hava fingið stuðul undanfarnu tvey árini, virka framvegis á føroyska miðlapallinum, og hugsast kann, at miðlastuðulin er ein viðvirkandi orsøk til, at talið á miðlum ikki er minkað.

Samgongan millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Miðflokkin hevur sett sær fyri at eftirmeta skipanina við miðlastuðli, og er hetta ásett í samgonguskjalinum millum flokkarnar. Hetta samsvarar væl við, at meirilutin í Mentanarnevnd Løgtingsins í sínum áliti um miðlastuðulslógina í 2017 mælti til, at lógin eigur at verða endurskoðað aftaná fýra ára virknað.

Miðlastuðulsnevndin tekur undir við hesum ætlanum og heldur tað vera skilagott at eftirmeta, um stuðulin er við til at røkka teimum endamálum um margfeldi í miðlalandslagnum og journalistiska dygd, sum politiska skipanin upprunaliga hevði við miðlastuðlinum.

Í Miðlastuðulsnevndini sita Magnus Dam, sum er formaður, Beate Emilie Lindenskov Samuelsen, journalistur og Bergur Djurhuus Hansen, dekanur á Fróðskaparsetri Føroya.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder