Eldur kom í skúlabygningin hjá Miðnámi á Kambsdali í februar, og nú er greitt, at skúlin má hava eykajáttan at umvæla eld- og roykskaðarnar.
Tað sæst í uppskotið til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2024, sum Ruth Vang, landsstýriskvinna hevur lagt fyri løgtingið.
Sambært kostnaðarmeting kostar tað áleið 1,5 milliónir krónur at umbæla bygningin, umframt at mett verður at skaðar á innbúgv kosta áleið 700.000 krónur.
Bygningurin er tryggjaður sambært rundskrivnum um tryggingarviðurskifti landsins, ið merkir, at sjálvsábyrgdin í tryggingini fyri bygningskaðan er 1 millión krónur, og innbúgvið ikki er tryggjað. Skúlin skal sostatt rinda 1,7 millión krónur fyri skaðan.
Rúmd er ikki fyri hesi eykaútreiðslu í játtanini til Miðnám á Kambsdali, og tí verður biðið um 1,7 miliónir krónur til hetta.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald