Innanlands

Miðnám í Vestmanna skal hava nýggjan stjóra

Jákup Andreasen, sum hevur verið stjóri síðan skúlin byrjaði sum fiskivinnuskúli, gevst á nýggjárinum

Jákup Andreasen

Jákup Andreasen

2019-09-30 17:13 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Miðnám í Vestmanna, skúlin, sum einaferð kallaðist Fiskivinnuskúlin, skal nú hava nýggjan stjóra.

Jákup Andreasen, sum seinastu 30 árini hevur verið skúlastjóri á Miðnámi í Vestmanna, hevur valt at fara úr starvi um ársskiftið, og hevur Uttanríkis- og mentamálaráðið gingið umbøn hansara á møti, skrivar ráðið í tíðindaskrivi.

Jákup Andreasen varð tann 1. februar 1989 settur í starv sum skúlastjóri á Føroya Yrkisskúla fyri Fiskiídnað og Havbúnað, ið seinni broytti navn til Fiskivinnuskúlin í Vestmanna. Í dag eitur skúlin sum kunnugt Miðnám í Vestmanna, og eins og heitið er broytt, eru útbúgvingartilboðini á skúlanum broytt munandi hetta tíðarskeið.

Í dag hevur skúlin eina gymnasiala tilfeingisbreyt og skipar harumframt fyri ferðaleiðaraskeiðum.

Jákup Andreasen, skúlastjóri, hevur staðið á odda fyri skúlanum øll árini.

Uttanríkis- og mentamálaráðið fer at søkja eftir nýggjum stjóra til Miðnám í Vestmanna sum skjótast. 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder