Mentan

Miðnám raðfestir Norðurlond

Miðnám á Kambsdali skal komandi skúlaár taka lut í trimum nýggjum norðurlendskum verkætlanum

2020-05-03 09:30 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Lærarar og næmingar í Miðnámi fara at samstarva við skúlar í Danmark, Svøríki og Litava um at kanna netborna undirvísing, fólkaflyting og burðardygga nýtslu av gróðri.

Talan er um sonevndar Nordplus verkætlanir, sum hava høga raðfesting á Kambsdali.

Seinastu mongu árini hava næmingar og lærarar luttikið í einum hópi av Nordplus verkætlanum. Í fjør samstarvaði Miðnám t.d. við skúlar í Íslandi, Danmark, Finnlandi, Grønlandi og Litava. Harumframt er skúlin partur av norðuratlantiska studentaflokkinum, sum í løtuni gongur í donskum studentaskúla og í heyst fer at ganga á Kambsdali.

- Tað hevur stóran týdning fyri okkum sum skúli, at vit eru við í slíkum verkætlanum, tí vit læra mest í samstarvi við onnur. Vit fáa innlit í, hvussu onnur hugsa og virka, og vit síggja okkara egna gerandisdag við eygunum hjá øðrum. Tað gevur íblástur og menning, staðfestir Páll Isholm, rektari.

Miðnám á Kambsdali hevur altíð verið merkt av, at næmingar og starvsfólk koma úr ymiskum heraðshornum í norðara parti av Føroyum. Tað gevur ein serligt útsýni og ein serligan opinleika. Á sama hátt geva norðurlendsku samstørvini eina eyka dimensjón, tí tey ungu samstarva ikki bara við næmingar úr øðrum bygdum, men eisini øðrum londum.

- Í mun til vanligu námsferðirnar, so geva norðurlendsku verkætlanirnar størri møguleika fyri fakligari dýpd og persónligum sambandi við javnaldrar og starvsfelagar í øðrum londum. At vera við í slíkum krevur nógva tíð og fyrireiking, men tað tú fært burturúr er uppaftur størri. Tí raðfesta vit Nordplus umsóknirnar og samstørvini ógvuliga frammaliga, og tað er sera hugaligt, at vit aftur í ár hava fingið flestu av umsóknunum, ið vit eru við í, játtaðar, sigur Páll Isholm.

Yvirlit yvir komandi verkætlanirnar:

Heitið: Simultaneous Interactive Teaching and Learning

Samstarv við: Tietgen Business College/HHX (Danmark)

Innihald í stuttum: Endamálið við verkætlanin er at kanna og nýta beinleiðis samvirkna netborna undirvísing og læring í eini roynd at menna bæði talgildar og persónligar førleikar.

 

Heitið: Sustainable use of local fauna and green growth in the Faroe Islands and Denmark

Samstarv við: Fjerritslev Gymnasium (Danmark)

Innihald í stuttum: Føroyskir og danskir næmingar fáa innlit í gerandisdagin og lívið hjá hvørjum øðrum við serligum denti á grønan vøkstur og burðardygga menning.

 

Heitið: Migration: yesterday, today and tomorrow

Samstarv við: Karolinska gymnasiet (Svøríki), Vilnius Simonas Daukantas Gymnasium (Litava) og Munkensdam gymnasium (Danmark).

Innihald í stuttum: Arbeiða við evninum um aktivan samborgaraskap og demokrati við útgangstøði í til- og fráflyting gjøgnum tíðirnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder