Innanlands

Miðnámsskúlin á Kambsdali skal útbyggjast

Arbeiðið at víðka og betra um umstøðurnar hjá næmingum og lærarum á Miðnámi á Kambdali, er boðið út

(Mynd: Landsverk)

(Mynd: Landsverk)

2022-09-16 09:01 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Miðnámsskúlin á Kambsdali skal umvælast út byggjast. Landsverk hevur nú sent høvuðsarbeiðstøkuna í útboð.

Víðkast og betrast skal um umstøðurnar hjá næmingum og lærarum á Miðnámi á Kambsdali. Byggistigið snýr seg um stovur til lærugreinarnar alis- og evnafrøði umframt lív- og landafrøði. Nýggja samkomuhøll og dagførdan køk. Arbeiði fevnir um, at um- og útbyggja verandi miðnámsskúla á Kambsdali.

Á Miðnámi á Kambsdali ganga samanlagt gott 500 næmingar. Fram til summarið 2015 vóru tveir miðnámsskúlar á Kambsdali. Studentaskúlin og Handilsskúlin. Miðnám er úrslit av eini samanlegging av hesum báðum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder