Innanlands

Miðsavna tyrvingina fyri allar Føroyar í Kvívík

Tyrvingarplássið í Húsahaga verður latið aftur, tá ið felags tyrvingarplássið í Kvívík letur upp.

Kristina Roest, nevndarforkvinna í IRF, og Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu (Mynd: Torshavn.fo)

Kristina Roest, nevndarforkvinna í IRF, og Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu (Mynd: Torshavn.fo)

2019-12-05 22:32 Author image
Sverri Egholm
placeholder

IRF og Tórshavnar kommuna savna tyrvingina í Kvívík. Hesum boðar Tórshavnar kommuna frá á heimasíðuni í dag.

Málið hevur staðið á í 20 ár, og nú er tað loksins loyst. IRF og Tórshavnar kommuna eru farin saman um at savna rottangatøming, mold- og avgrevstur, øsku- og aðra evju í Kvívík.

Tórshavnar kommuna hevur arbeitt við at finna eina loysn á tyrvingini í nógv ár, tí komið er at teimum mørkum, at økið í Húsahaga ikki longur rúmar øllum tí, sum skal tyrvast.

- Tí er tað ein stórur dagur, nú Kristina Roest, nevndarforkvinna í IRF, og Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, skrivaðu undir avtalu, sum bindur partarnar til at miðsavna tyrvingina fyri allar Føroyar í Kvívík, skrivar Tórshavnar kommuna.

Tyrvingarplássið í Húsahaga verður latið aftur, tá ið felags tyrvingarplássið í Kvívík letur upp.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder