Innanlands

Miðvágur: Aftur innbrot í FK

Á jólum vórðu vekslipengar tiknir úr kassanum, og mánanáttina hendi tað sama. Enn er eingin tikin fyri innbrotini.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2019-12-31 10:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í farnu viku varð eitt innbrot í FK í Miðvági meldað til løgregluna, og mánanáttina var aftur eitt innbrot í sama handli.

Fyrsta innbrotið hendi á jólum, og varð tað uppdagað, tá starvsfólk komu aftur til arbeiðis eftir høgtíðina. Her var talan um onkran, sum hevði tømt kassan fyri vekslipengar.

Undir seinna innbrotinum mánanáttina, vórðu vekslipengarnir aftur tiknir.

Sambært Kringvarpinum, var eitt gamalt pengaskáp eisini drigið út á gólvið. Roynt var at fáa skápshurðina upp, men tað eydnaðist ikki.

Enn er eingin tikin fyri innbrotini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder