Mikuvøldið 15. mai verður nógv á skránni í Hoyvíkar kirkju.
Fyrst verður skrúvuguðstænasta. Theodor, prestur, fortelur eina bíbliusøgu.
Síðani verður Miðvika við Henning Bøgesvang, presti. Heitið á fyrilestrinum er: “Lívið er at ferðast”.
Bæði áðrenn hann kom til Føroya í 1976 og aftaná tíðina í Klaksvík, hevur Bøgesvang verið sjómansprestur.
-Eg hitti nógvar føroyingar tá eg var sjómansprestur í Rotterdam, og teir spurdu um eg ikki hevði hug at koma til Føroya at verða prestur og soleiðis kom eg til Føroya, sigur Bøgesvang, sum var prestur í Klaksvík í tilsamans úti við 20 ár.
Eftir at hann gavst sum prestur í Klaksvík, var hann sjómansprestur í Göteborg í Svøríki í 10 ár. Og saman við konuni Solveig hevur hann í styttri tíðarskeið eisini virkað m.a. í sjómanskirkjum í Rotterdam, New York og Singapore. Beint nú er Henning Bøgesvang prestur í Hoyvík og í Kaldbak.
Eftir hugleiðingina verður ein drekkamunnur í kirkjukjallaranum, har fólk eisini hava høvi at spyrja og viðmerkja.
- Hoyvíkar kirkja
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald