MieBeth hátíðarhekt í gjár sín 100 ára føðingardag. Hópin av fólki vóru komin at heiðra MieBeth á hesum heilt serliga degi, sum familjan segði seg hana bíða eftir tey seinastu tvey árini.
Føðingardagurin varð hildin í virkishúsinum Smæran. MieBeth hevur í mong ár búð á Sambýlinum á Heygnum. Hon var nevnliga ein av teimum fyrstu, sum búsetti seg á sambylinum, tá heimið lat upp, skrivar Klaksvíkar kommuna um føðingardagsbarnið.
Sólgerð Vang, deildarleiðari á Sambýlinum á Heygnum, bjóðaði vælkomin og harumframt hildu Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum og Jógvan Skorheim, borgarstjóri og stýrisformaður í Norðoya Bú- og Heimatænastu røður.
Millum gestirnar var eisini Jógvan Fríðriksson, bispur, sum í hesum høpi mintist aftur á løtur, tá hann sum prestur plagdi at búgva hjá MieBeth úti í Fugloy, tá hann var búsitandi á Viðareiði og virkaði sum prestur m.a. í Fugloy.
Røður og sangur settu ein heilt serligan dám á hátíðarløtuna. Eyðsýnt varð eisini, at MieBeth gjørdist bilsin og glað, tá ríkisumboðið kom við einari heilsan frá Drotning Margrethu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald