Amerikanski varaforsetin, Mike Pence, hevur avlýst fleiri valfundir, sum eftir ætlan skuldu vera í Arizona og Florida í komandi viku. Orsøkin er, at talið á smittutilburðum er økt nógv í hesum statunum.
Leygardagin varð boðað frá, at Florida hevði staðfest 9.585 tilburðir afturat, meðan talið á nýggjum tilburðum í Arizona var omanfyri 3.500. Ein líknandi gongd sæst í øðrum statum.
Seinastu dagarnar hevur dagliga talið á nýggjum tilburðum verið hægri enn áður. Fríggjadagin vórðu fleiri enn 40.000 nýggir tilburðir staðfestir í USA.
Mike Pence skuldi eftir ætlan tala á fleiri valfundum í komandi viku, umframt at hann skuldi fundast við guvernørarnar í Arizona og Florida.
Sjálvur sigur Mike Pence, sambært Ritzau, at økta talið á tilburðum vísir, hvussu væl tað er eydnast teimum at økja um talið á kanningum um alt landið.
Talið á staðfestum smittutilburðum í USA er beint undir 2,6 mió., og fleiri enn 128.000 eru deyð, vísir uppgerð hjá worldometers.info.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald