Uttanlands

Mike Pence: Hatta var óforsvarligt

Í sambandi við útgávu av nýggjum endurminningum hjá fyrrverandi amerikanska varaforsetanum, greiðir hann m.a. frá, hvat hendi tann dagin mótmælisfólk lupu á Kongressina, og segði hann, at orðini og atburðurin hjá táverandi forsetanum, Donald Trump í hesum sambandi var ófórsvarligur

Mike Pence var varaforseti undir Donald Trump frá 2017 til 2021 (Mynd: EPA)

Mike Pence var varaforseti undir Donald Trump frá 2017 til 2021 (Mynd: EPA)

2022-11-14 16:23 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mike Pence, ið var varaforseti í USA undir Donald Trump, heldur, at tað var Trump, sum var orsøkin til, at hann og familja hansara vóru sett í vanda 6. januar 2021, tá viðhaldsfólk hjá Trump lupu á Kongressina.

– Orðini hjá forsetanum vóru óforsvarlig, og atburður hansara var óforsvarligur. Orðini hjá forsetanum tann dagin á veljarafundinum (áðrenn álopið á Kongressina, red.), settu meg og familju mína og øll í kongressbygninginum í vanda, sigur fyrrverandi varaforsetin í samrøðu við ABC News.

Tey, ið lupu á Kongressina 6. januar í fjør vildu vera við, at valsvik var framt í sambandi við forsetavalið 3. november 2020, og viðurkendu tey ikki almenna valúrslitið, sum útnevndi Joe Biden til vinnara av valinum.

Í røðu sínari hevði Trump m.a. sagt, at mann átti at tikið landið aftur, og mótmælisfólkini trokaðu seg inn í Kongressina, og komu teir fram til tað rúmið, har limir úr bæði Umboðsmannatinginum og Senatinum vóru í ferð við at góðkenna valúrslitið.

Sambært Ritzau er samrøðan við Mike Pence gjørd í sambandi við, at hann í morgin gevur út endurminningar, sum snúgva seg um tíð hansara sum varaforseta. Bókin eitur "So Help Me God".

Mike Pence greiðir í bókini m.a. frá, at hann var staddur í Kongressbygninginum 6. januar, og at hann noktaði at fara av staðnum. Eisini greiðir hann frá, at Trump vildi hava hann at kolldøma úrslitið av forsetavalinum, og gjørdi hann ikki eftir boðunum hjá Trump fóru fólk at minnast hann sum ein ræðuskít. Eitt annað, sum verður sagt í bókini er, at Trump ikki setti seg í samband við Pence fyri at hoyra, um hann var sloppin úr vanda.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder