Uttanlands

Mike Pence leggur eftir fyrrveradi ovasta sínum

- Ein forseti, ið heldur seg standa oman fyri grundlógina, kann ikki veljast aftur

2023-06-08 11:25 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

- Um ein heldur seg standa oman fyri grundlógina, so kann ein ikki gerast landsins forseti aftur.

So bersøgin var Mike Pence, fyrrverandi amerikanskur varaforseti, mótvegis fyrrverandi ovasta sínum, Donald Trump, tá hann byrjaði herferð sína á leiðini at royna at gerast forsetavalevni fyri republikanska flokkin í 2024.

Hann helt røðu á einum tiltaki í Iowa á 64 ára føðingardegi sínum, og her minti hann veljararnar um, at Donald Trump royndi at bróta grundlógina, meðan hann sjálvur, sum varaforseti, royndi at verja hana.

- Fyrrverandi felagi mín helt uppá, at eg hevði hemild til at ógilda undanfarna val. Men har mistók Trump seg, segði Mike Pence.

Pence varð sagdur at vera ein svíkjari av rópandi uppreistrarfólkunum, sum herjaðu Capitol Hill í januar 2021. Fleiri av teimum róptu, at varaforsetin skuldi heingjast.

Eftir ógvusligu hendingarnar 6. januar 2021 hevur Pence tikið frástøðu frá Donald Trump, og nú er hann fyrsti amerikanski varaforsetin í nýggjari tíð, sum bjóðar fyrrverandi ovasta sínum av í nýggjum valstríði.

Frá teimum hóvligu republikanarunum, skal Pence nokk ikki rokna við dyggum stuðli, tí hann verður sum varaforseti mintur sum trúgvur hjálpari hjá Trump. Viðhaldsfólkini hjá Trump, hinvegin, meta framvegis Pence, sum verandi ein svíkjara.

Á valfundinum í Iowa tosaði hin sterkt trúgvandi Pence heitt fyri einum landsumfatandi banni móti abort og vísti á, at Trump er alt ov frílyntur í spurninginum um fosturtøku. Hetta verður mett sum ein roynd hjá Pence at vinna sær atkvøður frá ytsta høgraveinginum.

Í løtuni geva veljarakanningarnar Pence einans nøkur frá prosent av atkvøðunum, og tí verður hann ikki mettur at hava nakran møguleika í forsetastríðnum.

Í valstríði sínum fer hann tó framhaldandi at minna veljararnar á, hvussu undanfarni ovasti hansara uppførdi seg hin 6. januar. Um ikki annað, so fer hetta fyri vist at verða illa móttikið av Donald Trump, sum enn er stórfavorittur at gerast forsetavalevni fyri republikanska flokkin. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder