Uttanlands

Mike Pence vil vera forseti

Varaforsetin hjá Donald Trump fer nú inn í valstríðið um at gerast valevni hjá republikanarunum á forsetavalinum í 2024

Mike Pence, ið var varaforseti undir Donald Trump, bjóðar seg fram sum forsetavalevni (Mynd: EPA)

Mike Pence, ið var varaforseti undir Donald Trump, bjóðar seg fram sum forsetavalevni (Mynd: EPA)

2023-06-05 17:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrrverandi amerikanski varaforsetin, Mike Pence ætlar at bjóða seg fram á forsetavalinum í 2024.

Sambært tíðindastovuni AP hevur hann í dag latið inn øll neyðugu skjølini fyri at kunna stilla upp.

Mike Pence, ið verður 64 ár mikudagin, var amerikanskur varaforseti undir Donald Trump í árunum 2017 - 2021. Teir báðir fingu bert eitt valskeið í Hvítu Húsunum.

Trump stillar eisini uppaftur til forsetavalið, og er hann í løtuni favorittur at gerast valevni hjá republikanarunum. Á øðrum plássi er Ron DeSantis, guvernørur í Florida.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder