Amerikanski uttanríkisráðharrin, Mike Pompeo, vitjar í Grønlandi í næstu viku.
Pompeo skal á fundinum 9. mai millum annað hitta Kim Kielsen, landsstýrisformann. Eisini danski uttanríkisráðharrin, Anders Samuelsen, og grønlendska landsstýriskvinnan við uttanríkismálum, Ane Lone Bagger vera við, upplýsir amerikanska uttanríkisráðið á heimasíðu síni.
Tey skulu kjakast um felags raðfestingar í Arktis og møguleikar fyri einum víðkaðum samstarvi við Grønland, verður sagt.
Mike Pompeo fer eisini til Kangerlussuaq har hann skal hitta fólk frá New York Air National Guard, sum, sambært uttanríkisráðnum, útinna ”týðandi stuðul til altjóða arktiska gransking”.
Hetta er fjórða ferðin, at Grønland fær vitjan av einum sitandi amerikanskum uttanríkisráðharra. Teir, ið fyrr hava vitjað landið eru Colin Powell, John Kerry og Hillary Clinton.
Á ferðini í Europa skal Mike Pompeo eisini vitja í Rovaniemi í Finlandi har fundur verður í Arktiska ráðharraráðnum, Berlin og London.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald