2022-08-30 22:40
Seinasti leiðarin í Sovjetsambandinum, Mikhail Gorbachev, er deyður. Tað upplýsir russiska tíðindastovan Interfax, sambært Reuters. Hann var 91 ár nú hann andaðist.
Skrivstovan hjá Gorbachev hevur áður upplýst, at hann varð undir viðgerð á sjúkrahúsi í Moskva, sum russiskar tíðindastovur nú endurgeva fyri upplýsingar um andlátið, skrivar Danmarks Radio á heimasíðuni.
Gorbachev var leiðari av Sovjetsamveldinum frá 1985 til 1991, og var við til avgerandi samráðingar um avvápnan, sumt tók jarntjaldið í Evropa niður og førdi til endan av kalda krígnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald