2021-09-02 10:34
Grikska tónaskaldið, Mikis Theodorakis, er deyður, 96 ára gamal, skrivar AFP-tíðindastovan.
Umframt at vera gitin tónaskrivari hevur Mikis Theodorakis eisini verið valdur í grikska tjóðartingið fleiri ferðir. Hann var eisini ráðharri eitt skiftið fyrst í nítiárunum.
Theodorakis verður roknaður at vera ein týðandi komponistur innan filmstónleik. Eitt nú skrivaði hann tónleikin til filmin “Zorba the Greek” frá 1964 við Anthony Quinn í høvuðsleiklutinum. Filmurin gjørdist serliga gitin fyri senuna, har teir dansaðu vælumtókta syrtaki-dansin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald