2023-11-17 10:21
Rættarmálið móti Mikkjali Thomassen skuldi vera fyri í Føroya rætti fyrr í ár, men tí at verji hansara varð sjúkur, bleiv tað útsett.
Nú er tað komið á skrá hjá Føroya rætti aftur. Týsdagurin og mikudagurin í næstu viku eru settir av til málið.
Fyrrverandi fótbóltsvenjarin í KÍ er ákærdur fyri hóttanir 17. desember í fjør, men hann noktar seg sekan, skrivar kvf.fo.
Les eisini: Gullvenjarin ákærdur fyri at hótta
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald