Í desember verður eitt mikroskop hjá heimskenda eingilska náttúrugranskaranum Charles Darwin selt á uppboðssølu. Tað skrivar tíðindastovan Reuters.
Talan er um eitt mikroskop, sum Darwin gav soninum Leonard, sum hevur verið ogn hjá familjuni í nærum 200 ár. Tað varð framleitt um 1825, og er tað sostatt eldri enn slóðbrótandi bók hansara "Um upprunan til sløgini" ("On the Origin of Species" á upprunamálinum), sum kom út í november í 1859.
Men nú er so ætlanin at selja tað á uppboðssølu, og mett, at tað verður selt fyri í minsta lagi 480.000 dollarar, ið svarar til góðar tríggjar milliónir krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald