Amerikanska sangstjørnan, Miley Cyrus, hevur váttað, at hon og sjeikurin, australski sjónleikarin Liam Hemsworth, eru gingin saman í hjúnalag, skrivar BBC.
Tey bæði hava verið saman í næstan tíggju ár síðan tey hittust í sambandi við innspælingina av filminum ”The last Song”.
Í farna mánaði mistu tey heim sítt í Kalifornia orsaka av ógvugliga skógareldinum har.
Sí: Myndir: Ógvusligir eldar í Kalifornia
Brúdleypið stóð ístaðin í eini aðrari av ognunum hjá Miley Cyrus, í Franklin í Tennessee. Sagt verður, at talan var um eitt lítið brúdleyp við bert nøkrum fáum familjulimum og vinum, skrivar BBC.
Sjálv hevur Miley Cyrus sent eina mynd út á Twitter, har tey bæði standa og hálsfevnast.
Tey funnu saman í 2012, men fóru frá hvørjum øðrum aftur árið eftir. Men so vóru tey sædd saman aftur í 2015 og síðan hava tey verið trúlovað.
— Miley Ray Cyrus (@MileyCyrus) 26. december 2018
— Miley Ray Cyrus (@MileyCyrus) 27. december 2018
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald