Uttanlands

Milliarda undirskot hjá Norwegian

Botnlinjan hjá Norwegian fyri 2020 sigur eitt undirskot upp á 16,7 milliardir krónur

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-02-26 10:03 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Snøgt sagt var 2020 eitt marru ár fyri norska flogfelagið Norwegian.

Felagið hevði í fjør eitt undirskot upp á 16,7 milliardir krónur samanborið við 1,2 milliard í undirskoti í 2019.

Helvtin av undirskotinum kemur orsakað av niðurskrivingum av flogførum, skrivar Ritzau.

Norska flogfelagið sigur, at tey samráðast við ognarar um eina ætlan, sum skal bjarga felagnum.

Norwegian hevði bara 6,9 milliónir ferðafólk í 2020 orsakað av korona og ferðaavmarkingum, sum vóru í stórum parti av heiminum. Tað er 29 milliónir færri enn í 2019.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder