Í tíðarskeiðnum apríl til juli 2020 øktust ríkidømið hjá milliardingunum við 27,5 prosent. Samlaða virðið gjørdist 10,2 billiónir amerikanskar dollarar (meira enn 64 billiónir krónur). Ein billión er 1.000 milliardir.
Tað vísir ein frágreiðing hjá sveisiska bankanum UBS og ráðgevarafyritøkuni PwC.
Sostatt gjørdust heimsins milliardingar ríkari undir koronakreppuni – ríkari enn nakrantíð fyrr.
Orsøkin til hetta er, at milliardingarnir kláraðu seg sera væl undir kreppuni, tá tað gekk illa, men teir forvunnu eisini eina rúgvu, tá virðið á partabrøvunum fór uppaftur. Teir keyptu fleiri partabrøv, tá kursurin fór niðureftir, og sostatt vunnu teir nógv, tá tað gekk rætta vegin aftur.
Í 2017 áttu heimsins milliardingar tilsamans 8,9 billiónir dollarar, sum tá var tað hægsta nakrantíð. Síðan 2017 er talið á dollaramilliardingum økt við 31.
Fyri trimum árum síðani var talið 2.158, og í dag er talið 2.189, skrivar miðilin Finans.dk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald