Uttanlands

Milliardingur bjóðar Trump av

Fyrrverandi borgarstjórin í New York, Michael Bloomberg, boðar frá at hann bjóðar seg fram sum forsetavalevni fyri Demokratarnar

Micheal Bloomberg (Mynd: Scanpix)

Micheal Bloomberg (Mynd: Scanpix)

2019-11-24 16:04 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Milliardingurin og fyrrverandi borgarstjórin í New York, Michael Bloomberg, hevur boðað frá, at hann stillar upp sum forsetavalevni fyri Demokratarnar.

“Eg stilli upp til forseta fyri at vinna á Trump og endurreisa Amerika” skrivar 77 ára gamli Bloomberg á twitter.

Tað er neyvan óvænta at Bloomberg bjóðar seg fram. Milliardingurin hevur bílagt sjónvarpslýsingar fyri 33 milliónir dollara uppá bert ein viku, lýsingarnar vera vístar í sjónvarpsrásum um alt USA.

Bloomberg var borgarstjóri New York frá 2002 til 2013. Árini frá 2001 til 2007 hoyrdi hann til Republikanarnar, meðan hann frá 2007 til 2018 var sjálvstøðugur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder