Uttanlands

Milliardir verða savnaðar inn til Notre Dame: Gulu vestarnir eru í øðini

- Tá mann sær eina fyritøku hála 100 ella 200 mió. evrur úr lummanum sum vit onnur hála 50 oyru úr lummanum, so skapir tað øsing

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2019-04-20 20:46 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag mótmæltu gulu vestarnir fyri 23. ferð.

Uml. 9000 fólk vóru úti og mótmæltu á gøtunum í París í dag, og higartil eru 227 teirra vorðin handtikin.

Mótmælisfólkini hava tendrað bál í gøtunum og framt onnur sløg av herverk, og løgreglan hevur svarað aftur við táragassi.

Sambært franska innlendismálaráðnum vórðu 14 løgreglufólk særd í dag.

Mett verður, at tilsamans 27.900 fraklendingar hava verið úti og mótmælt á gøtunum í dag, og 60.000 løgreglufólk hava verið til arbeiðis úti á gøtunum.

Gulu vestarnir hava mótmælt hvønn leygardag síðan november, og er hetta 23. leygardagur, at mótmælt verður. Eisini er hetta fyrsta mótmælið síðan eldur kom í Notre Dame.

Tað at ríkastu familjurnar í Fraklandi uppá so stutta tíð hava givið mia. til endurbyggingina av Notre Dame hevur skapt øsing.

Tí meðan næstan 9 mió. fraklendingar liva undir fátækramarkinum, kappast tey ríku næstan um at geva flest pengar til endurbyggingina av Notre Dame.

Tað er ikki tað, at Notre Dame verður bygt uppaftur, sum hevur skapt øsing, men við øllum mia. sum koma inn til endurbyggingina, er tað vorðið meira greitt, hvussu stórur fíggjarligi ójavnin er í landinum.

Tað siga fraklendingar, sum DR hevur tosað við á gøtuni.

- Tá mann sær eina fyritøku hála 100 ella 200 mió. evrur úr lummanum sum vit onnur hála 50 oyru úr lummanum, so skapir tað øsing, sigur ein pensionistur.

- Notre Dame er eitt søguligt monument, og ein vøkur dómkirkja, og tað er týdningarmikið, at hon verður bygd upp aftur. Men tað er bæði vakurt og ósømiligt, tí vit hava mótmælt í 23 vikur á rað, fátøk fólk, lítlir pensiónistar, og vit hava opinbart ongan týdning.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder