2019-07-16 10:31
Tíðliga fyrrpartin, okkara tíð, rapaði ein bygningur við fýra hæddum í indiska stórbýnum Mumbai. Løgreglan boðar frá, at millum 40 og 50 fólk vórðu fangaði í múrsteinsbrotunum, og at brannmenn og bjargingarmenn nú leita eftir fólkum á lívi.
Endaliga orsøkin til rapingina er ikki staðfest, men Ritzau skrivar, at regntíðin í India hevur flutt seg inn yvir landið, og at í slíkum førum hendir tað meira javnan, bygningar falla saman. Sunnudagin doyðu 14 fólk - harav nakrir hermenn - tá ein bygningur rapaði í Solan í norðara parti av landinum. Hetta hendi orsakað av ógvusligum regni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald