Innanlands

Millum bestu árini hjá Vest Pack

Men orsaka av eigaraskifti, hevur felagið munandi meira skuld og lægri eginpening. Raksturin er tó stak góður, og botnlinjan í fjør vísti 12,6 milliónir krónur

(Mynd: Vest Pack)

(Mynd: Vest Pack)

2022-07-08 07:01 Author image
Birgir Nielsen, Nira
placeholder

Vest Pack í Vestmanna er ein fyritøka, sum kann vísa á góð úrslit síðstu mongu árini. Árið í 2021 var ikki ørvísið í so máta. Ársúrslitið gjørdist eitt avlop á 12,6 mió.kr., sum er næst besta úrslit aftaná 2017, tá úrslitið var 13,1 mió.kr.  

Vest Pack P/F var stovnað í 1994. Felagið tekst við at framleiða og selja plastúrdráttir til føroyska marknaðin, umframt eisini at verða heildarveitari av pakkitilfari og líknandi til føroyska marknaðin og til skip. Í 2013 var Vest Pack valt til ársins virkið.

Rakstrarroknskapurin 2021 stak góður
Roknskapurin hjá Vest Pack fyri 2021 vísir, at bruttovinningurin øktist úr 24,1 mió.kr til 30,4 mió.kr., ella við heili 26 prosent. 

[object Object]

Úrslitið áðrenn avskrivingar, vanliga nevnt ebidta, var 17,2 mió.kr. í 2021, sum er heilar 6,4 mió.kr. ella 59 prosent hægri enn í 2020. 

Vest Pack rindar 2,8 mió.kr. í partafelagsskatti fyri úrslitið í 2021.  

Aftaná skatt lógu 12,6 mió.kr. eftir. í 2021, sum eru 4,9 mió.kr. ella heili 64 prosent meira enn í 2020. 

Fíggjarjanin øktur
Fíggjarjavnin hjá Vest Pack javnvigaði við árslok 2021 við 89,6 mió.kr. sammett við 55,7 mió.kr. í 2020. 

Støðisognir, sum eru bygningar og útgerð hjá felagnum, øktist úr 14,9 mió.kr. til 29,7 mió.kr. Sambært roknskapinum er serliga talan um eina uppskriving á 13,8 mió.kr

Ognir í umferð øktust úr 40,7 mió.kr. í 2020 til 59,9 mió.kr. í 2021. Serliga stóra broytingin er at áogn frá sølu og tænastum øktist við 9,5 mió.kr. til 25,6 mió.kr. í 2021. 

[object Object]

Eginpeningurin hjá Vest Pack er minkaður munandi í 2021. Úr 32,4 mió.kr. í 2020 til 12,4 mió.kr. í 2021.

Hetta merkir at trygdarevni er minkað úr 58,2 prosent í 2020 til 13,8 prosent í 2021, sum er ein sera stór minking.

Stóra orsøkin til at eginpeningurin er minkaður somikið nógv er, at felagið hevur avgjørt at rinda eigarunum 42,3 mió.kr. út í vinningsbýti, sum kemst av serligum umstøðum, sum vit viðgerða niðanfyri. 

Langfreistaða skuldin er økt úr 0 mió.kr.í 2020 til 15,2 mió.kr. í 2021.   

Stuttfreistaða skuldin er somuleiðis økt úr 22,8 mió.kr. í 2020 til 59,1 mió.kr. Serliga sæst at stuttfreista bankaskuldin er økt við 27 mió.kr

Lyklatølini hjá Vest Pack P/F kunnu síggjast her:

[object Object]

Burtursæð frá, at trygdarevni og gjaldførislutfallið eru nógv fallin í 2021, orsakað av stóra útgoldna vinningsbýtinum, so sæst at høvuðsavkastið av rakstrinum í mun til fíggjarjanan er betraður umframt at eginpeningsavkastið er nógv betra við einum lægri eginpeningi. Tað er sera jaligt og ber brá av at raksturin er sunnur og rakstrarlønsemi er vaksandi.

Broyting í partaeigarunum í Vest Pack
Orsøkin til stóru broytingina í fíggjarstøðuni hjá Vest Pack P/F skal síggjast út frá, at nýggir eigarar eru komnir upp í felagið í 2021. Í roknskapinum stendur upplýst at felagið Einherjar Sp/f í Vestmanna nú einsamallur eigur meir enn 5 prosent av partabrøvunum, sum merkir at teir helst eiga allan partapeningin.

Eigararnir í Einherjar Sp/f, sum í dag eigur Vest Pack eru leiðandi starvsfólk, nevndarformaður og aðrir føroyskir íleggjarar. Upprunaliga átti eitt íslendskt felag nærum 50 prosent av partabrøvunum í Vest Pack í mong ár, men hetta er nú søga, av tí at teir eru keyptir út.

Hóast Vest Pack hevur munandi meira skuld í dag og ein lægri eginpening, so má staðfestast at felagið síðstu mongu árini hevur haft og framvegis í 2021 hevur ein stak góðan og sunnan rakstur og rakstrarúrslit.   

Stjórar í Vest Pack P/F eru Áki Olsen og Jákup Oluf í Skálum. Nevndarformaður er Ben Arabo.  

Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen frá ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f. www.nira.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder