Í Noregi hava eini 90-100 fólk fingið staðfest koronu eftir at hava verið á einari matstovu í Oslo í farnu viku, og higartil er staðfest, at 13 teirra eru smittað við Omikron-frábrigdinum.
Tað boðaði Oslo kommuna frá í gjár.
Tey flestu teirra hoyrdu til eitt jólaborðhald á matstovuni, men aðrir gestir á matstovuni vóru eisini smittaðir.
Myndugleikarnir heittu á øll, sum høvdu verið á matstovuni ta kvøldið um at lata seg kanna, og væntað verður, at fleiri tilburðir afturat verða funnir, skrivar Ritzau.
Jólaborðhaldið varð hildið av norsku fyritøkuni Scatec, og fleiri av starvsfólkunum har høvdu kortsíðani verið í Suðurafrika, har fyritøkan hevur eitt samstarv.
Útbrotið í Oslo er eitt av størstu Omikron-útbrotunum, sum higartil eru skrásett uttanfyri Suðurafrika.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald