Mentan

Mín Clementine - Ein øðrvísi søga um eitt skip

Bókin sigur søguna um ein skipara og skip hansara, frá tí at hann sum smádrongur sær skipið verða bygt í 1930-árunum, til hann sjálvur siglir sum skipari kring heimin, og til skipið at enda endar á havsins botni

2018-11-21 09:46 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið út serstøku bókina Mín Clementine.

Nógvir føroyingar hava siglt við frystiskipum, sum á enskum vanliga verða kallað “reefer”, og tað er eitt sovorðið skip, sum bókin snýr seg um.

Bókin sigur søguna um ein skipara og skip hansara, frá tí at hann sum smádrongur sær skipið verða bygt í 1930-árunum, til hann sjálvur siglir sum skipari kring heimin, og til skipið at enda endar á havsins botni. Hesi skipini vórðu serliga brúkt at frakta matvørur, men undir øðrum heimsbardaga nýtti amerikanska hervaldið tey at flyta hermenn og góðs aftur og fram úr Evropa.

Søgan í bókini verður í høvuðsheitum søgd við myndum, sum eru neyvar og veruleikakendar.

Hetta er ein bók, ið fangar bæði børn og vaksin.

Bókin er sjáldsama vakurt myndprýdd, og tað er heimskendi italski myndprýðarin Roberto Innocenti, sum hevur myndprýtt hana. Vit kenna myndprýðingarnar hjá Innocenti frá bókum sum Eitt jólaævintýr og Nøtabrótari, ið Bókadeild Føroya Lærarafelags eisini hevur givið út.

Bókin er innbundin, 40 bls. og Niels Jákup Thomsen týddi úr enskum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder