Ársins jólaligasta bók fer í dag út í bókhandlarnar kring landið. Mín jólabók 2020, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur út, er sum vant á tremur við góðum søgum og vøkrum myndum eftir føroyskar høvundar og myndprýðarar.
Hesaferð hava seks listafólk - Sissal Kristiansen, Rakel Helmsdal, Óluva Johannessen, Joel Cole, Ranvá Knudsen og Fríði Patursson – gjørt spennandi ítriv, sum familjan kann gera í felag. Lena Nicolajsen hevur gjørt vøkru permuna á bókini í ár.
Mín jólabók er ein bók til alla familjuna, ein kalendarabók um tú vilt. Ein bók við fittum søgum og tekningum, hugskotum og íblástri til hugnaligar løtur saman – børn og vaksin – í køldu, myrku tíðini upp undir jól.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald