Innanlands

Mín lívsleið - ein bók til at minnast stórar hendingar

Bókin, ið er ætlað at gera tað lætt og ómakaleyst hjá okkara eldru borgarum at fáa skriva niður allar tær stóru og spennandi hendingar, sum lívsleiðin hevur havt við sær, kom út í síðstu viku. Høgni Waag Høgnesen hevur skrivað í samstarvi við fólk ið arbeiða innan umsorganarøkið í Føroyum

Í bókini er bæði sett pláss av til at skriva sína lívssøgu, umframt at pláss er til at festa persónligar myndir í bókina. Haravtrat eru størstu hendingarnar frá 20. øld nevndar í bókini, soleiðis at hesar kunnu skapa forvitnisligt prát saman við børnum ella barnabørnum

Í bókini er bæði sett pláss av til at skriva sína lívssøgu, umframt at pláss er til at festa persónligar myndir í bókina. Haravtrat eru størstu hendingarnar frá 20. øld nevndar í bókini, soleiðis at hesar kunnu skapa forvitnisligt prát saman við børnum ella barnabørnum

2022-03-08 12:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Lívið er fult at stórum upplivingum og hendingum sum á sín hátt seta seg fast í minnið. Tó kann tað verða torført at fáa hesar skrivaðar niður, tí hvar skal man byrja? Hendan trupulleikan kann bókin Mín lívsleið loysa.

Fyrsta mars kom nýggj bók á marknaðin, ið er ætlað at gera tað nemt og ómakaleyst hjá okkara eldru borgarum at fáa skriva niður allar tær stóru og spennandi hendingar ið lívsleiðin hevur havt við sær.

Bókin eitur Mín lívsleið. Ætlanin við hesari samtalubókini er, at eigarin av bókini saman við sínum nærmastu fær møguleika at hugleiða um sína lívsleið, tær søguligu hendingar og stóru upplivingar, ið eitt hendingarríkt lív hevur havt við sær.

Bókin byggir á grundarsteinarnar innan reminiscens, ið merkir, at hon eisini hóskar teimum væl, ið hava demens.

[object Object]

Í bókini er bæði sett pláss av til at skriva sína lívssøgu, umframt at pláss er til at festa persónligar myndir í bókina. Harafturat eru størstu hendingarnar frá 20. øld nevndar í bókini, soleiðis at hesar kunnu skapa forvitnisligt prát saman við børnum ella barnabørnum.

Høgni Waag Høgnesen hevur skrivað í samstarvi við fólk ið arbeiða innan umsorganarøkið í Føroyum. Eisini hevur Alzheimersfelagið givið sítt íkast

Bókin er sniðgivin við tekningum av føroyskum myndaevnum, ið Joan Waag Høgnesen hevur teknað

Mín lívsleið fæst til keyps frá høvundanum og í bókhandlunum kring landið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder