2019-04-22 11:45
Heilsumálaráðharrin í Sri Lanka sigur, at tað eru lokalir islamistiskir militantar, sum stóðu aftanfyri álopini í gjár, sum kravdu 290 mannalív.
Militanti bólkurin National Thiwfeek Jamaath fekk altjóða hjálp til álopið sigur heilsumálaráðharrin.
Løgreglan í Sri Lanka hevur eisini funnið 87 spreingiperlur á eini bussstøð í høvuðsstaðnum Colombo.
Forsetin í Sri Lanka hevur lýst undantaksstøðu frá á midnátt. Hetta merkir, at myndugleikarnir hava enn størri rætt til at afturhalda og avhoyra persónar. Hetta verður gjørt meðan leitað verður eftir brotsgerðarmonnunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald