Innanlands

Minkandi smittutal - vaksandi innleggingartal

354 nýggir koronutilburðir vórðu staðfestir í gjár, meðan 525 fólk gjørdist frísk. Seks fólk eru nú innløgd av koronu

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-02-07 16:54 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Seinastu vikuna er talið á smittutilburðum í Føroyum minkað, og tað gjørdi tað eisini í gjár. 354 nýggir tilburðir vórðu staðfestir í 779 kanningum.

525 fólk eru blivin frísk aftur síðani seinastu dagføring, og tí eru tað nú 4736 fólk sum eru positiv í løtuni. Tað er 171 færri enn í dagføringini í gjár.

Men talið á koronainnlegginum er vaksandi, og er farið úr fýra og upp í seks fólk í dag, sum eru innløgd av koronu. Sjey onnur eru eisini innløgd við koronu í Sjúkrahúsverkinum, men eru innløgd av aðrari orsøk.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder