Mentamálaráðið minnir á, at til ber at søkja um stuðul til myndlistafólk.
Mentmálaráðið skrivar, at peningur er settur av á løgtingsfíggjarlógini til stuðul til myndlistafólk. Myndlistafólk kunnu søkja um stuðul til útbúgving, skeið og námsferðir.
Tá stuðul verður játtaður, verður í fyrstu atløgu raðfest at veita yrkislistafólkum stuðul og í aðru atløgu umsøkjarum, ið eru á eini listaligari yrkisleið. Tøka játtanin er kr. 135.600.
Endamál, sum stuðul kann verða játtaður til:
• Útbúgving innan myndlist (útreiðslur, ið ikki eru fevndar av øðrum stuðulsskipanum)
• Skeið á myndlistaøkinum (skeiðsgjald, uppihald og líknandi)
• Námsferðir innan- og uttanlands (ferðaútreiðslur, uppihald og líknandi)
Freistin at søkja er 1. september. Les meira her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald