2024-09-17 21:14
Fríggjadagin skipar bátafelagið Noddoddur á Tvøroyri fyri almennum minningarhaldi fyri Karlu Dana, sum fórst við Naddoddi, sum silgdi úr Føroyum til Noreg.
Seksæringurin fórst út fyri norsku strondina fyri trimum vikum síðan.
Karla Dana gjørdist 29 ára gomul, og er úr Meksiko, men var búsitandi í Orlando, Florida í USA.
Minningarhaldið verður fríggjadagin 20. september klokkan 17. Tað verður tikið upp, og kann síggjast á Facebook-vanganum hjá bátafelagnum Naddoddi. Hetta so, at familjan hjá Karlu Dana kann síggja tað, veit Kringvarpið.
Naddoddur holvdist út fyri norsku strondina 27. august.
Karla Dana
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald