Uttanlands

Minnast Mahatma Gandhi í dag

Í dag er 75 ár síðan indiski leiðarin varð skotin til deyðis

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2023-01-30 16:23 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í dag eru júst 75 ár síðan, at Mohandas Karamchand Ghandi – betri kendur sum Mahatma Gandhi – varð skotin undir einum bønarfundi í Dehli í 1948.

Síðan er deyðadagurin verið hildin í India sum “pínslaváttadagur” har minnisstandmyndin av honum í New Dehli verður vitjað av indarum.

Gandhi leiddi India til sjálvstýri í 1947. Hann varð myrdur av einum víðgongdum hindu, sum skeyt eftir honum við trimum skotum.

Mahatma Gandhi varð føddur í India 2. oktober 1869 og las løgfrøði í London. Í 1893 búsetti hann seg í Suðurafrika, har hann arbeiddi sum sakførari. Har menti hann ástøðið um sivilt ólýdni og ‘ikkiharðskap’ sum politiskt vápn.

Í 1915 vendi hann heim til India har hann kom at ganga á odda í rørsluna, sum í 1947 førdi til, at India fekk sjálvstýri frá Bretlandi. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder