Mentan

Minnast Merle Haggard í Løkshøll

Kristina Bærendsen, Hallur Joensen, Evi Tausen og Magni Christiansen spæla til minnis um Merle Haggard tann 6. apríl

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2019-03-11 11:37 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fyri at heiðra countrystjørnuna Merle Haggard, verður skipað fyri einari stórari konsert í Løkshøll leygarkvøldið 6. apríl.

Við á konsertini verða Kristina S. Bærendsen, Hallur Joensen, Evi Tausen og Magni Christiansen. Harafturat verður “føroyska country ikonið” - sum fyriskipararnir rópa hann - Petur Rouch við sum eitt slag av frásøgumanni hetta kvøldið.

Ein av fyrireikarunum er Theodor í Búrstovu, og hann byrjaði at fyrireika konsertina fyri einum hálvum ári síðani.

- At byrja við var tað bert eitt hugskot, ið eg hevði. Men sum tíðin leið, og Hallur, Kristina, Evi og Magni komu við, gjørdist tað meira veruligt, sigur Theodor í Búrstovu.

Úrslitið er tað, at konsertin verður leygarkvøldið 6. apríl.

- Tað var sera heppið og umráðandi fyri okkum, at vit fingu fatur í akkurát tí degnum, tá hugsað verður um týdningin av degnum, sigur Theodor í Búrstovu, sum fyriskipar konsetina saman við Teiti Midjord.

Merle Haggard doyði 6. apríl 2016, á símum 79 ára føðingardegi.

Atgongumerkini eru sett til sølu á heimasíðuni hjá Løkshøll.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder