Uttanlands

Minni enn fimm prosent hava fingið triðja prikið – Nú skal ferð setast á koppsetingina í Japan

Øll tey eldru skulu hava fingið tilboð um triðja prik áðrenn mars, sigur japanski forsætisráðharrin

Fumio Kishida, forsætisráðharri í Japan ætlar nú at seta ferð á koppsetingina (Mynd: EPA)

Fumio Kishida, forsætisráðharri í Japan ætlar nú at seta ferð á koppsetingina (Mynd: EPA)

2022-02-07 14:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í Japan hevur minni enn fimm prosent av fólkinum fingið triðja prikið fyri koronu, men nú skal ferð setast á koppsetingina, sigur Fumio Kishida, forsætisráðharri.

Sambært nýggjum meiningakanningum er undirtøkan hjá Kishida minkandi – fyri fyrstu ferð, síðan hann varð valdur í oktober. Orsøkin er m.a., at fólk halda, at tað gongur ov seint at geva fólkinum triðja prikið.

Japanski forsætisráðharrin ætlar nú, at ein millión endurkoppsetingar skulu gevast um dagin áðrenn farið verður inn í mars. Tá ætlar hann eisini, at øll tey eldru skulu hava fingið tilboð um triðja prik. Hareftir verður tilboðið víðkað til eisini at fevna um tey ungu, skrivar Ritzau.

Leygardagin varð nýtt smittumet sett í Japan, tá yvir 100.000 tilburðir vórðu staðfestir. Í flestu landslutunum eru tiltøk sett í verk, og Kishida hevur heitt á ráðharrar sínar um at samstarva við lokalar myndugleikar fyri at fáa sett ferð á koppsetingina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder