Innanlands

Minni regn, men slítur ikki í

Í kvøld minkar vindurin niður í 10 til 15 m/s

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-12-31 12:22 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað sum tey flestu tosa um í dag er nýggjársveðrið. Tí tað verður nevniliga ikki serliga gott.

Í morgun er illveður av landnyrðingi eystri og tað heldur fram í allan dag. Í kvøld minkar vindurin tó nakað og tað verður eisini minni avfall, segði Hanus Kjøbro frá Veðurstovu Føroya, í útvarpinum fyri løtu síðan.

[object Object]

- Tá nakað er liðið út á seinnapartin, minkar vindurin eitt vet, niður í 13 til 18 m/s, og ættin gongur niður í eystan.

- Í kvøld minkar vindurin niður í 10 til 15 m/s, og tað fer ikki at regna líka illa sum nú. Tað fer ikki at slíta í, men bara minni regn. Hitin fer nøkur stig uppeftir í dag, upp í 8 ella 9 stig, sigur Hanus Kjølbro.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder