Uttanlands

Minnilutaflokkur gerst størstur í Flensburg

Flokkurin hjá danska minnilutanum, SSW, vann kommunuvalið í Flensborg í gjár

Frøi í flokshølunum hjá SSW í gjárkvøldið (Mynd: Flensborg Avis)

Frøi í flokshølunum hjá SSW í gjárkvøldið (Mynd: Flensborg Avis)

2023-05-15 17:13 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyri fyrstu ferð í 64 ár er flokkurin hjá danska minnilutanum, Sydslesvigsk Vælgerforening SSW, størstur av øllum flokkunum í Flensborg. Flokkurin fekk næstan 25 prosent av avkvøðunum á kommunuvalinum í gjár.

Hetta gevur SSV 11 pláss í býráðnum í Flensborg – tað er søguligt.

Tað eru fleiri orsøkir til stóru framgongdina hjá flokkinum, metir Jørgen Møllekær, ið er blaðstjóri fyri danska tíðindablaðnum í býnum, Flensborg Avis.

Ein av orsøkunum er, at SSV tosar um tað, ið fyllir mest í Týsklandi í løtuni – donsku vælferðina, og hvussu avbjóðingar á sosiala økinum verða loystar.

- Tað eru fleiri og fleiri týskarar, sum ynskja skandinaviskar loysnir upp á tað, sum tey stríðast við. Og tá teir týsku flokkarnir ikki megna at umstilla seg, verða eyguni vend móti flokkinum hjá danska minnilutanum, sigur blaðstjórin.

Eisini á valinum til landspartastjórnina í Slesvig-Holsten, fekk SSW eitt óvanliga gott val við 4,4 prosentum av atkvøðunum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder