Norski framburðsflokkurin, Fremskrittspartiet, fór úr dag úr norsku stjórnini.
Tað boðaði floksleiðarin, Siv Jensen, fíggjarmálaráðharri, frá á einum tíðindafundi í dag. Avgerðin varð kunngjørd eftir ein fund við landsins forsætisráðharra, Ernu Solberg úr høgraflokkinum.
Fundurin varð hildin orsaka av eini kreppu, sum stakk seg upp eftir at norskir myndugleikar hava tikið eina kvinnu tvey børn hennara heim úr Sýrialandi.
Talan er um eina 29 ára gamla norsk-pakistanska kvinnu, sum er skuldsett at hava tilknýti til tveir hernaðarligar bólkar í Sýria, teirramillum Islamiskan Stat, IS.
Fremskrittspartiet, sum talar ímóti innflyting til Noregs, hevur verið ímóti, at kvinnan varð heimtikin.
- Tað er ikki longur grundarlag fyri, at Fremskrittspartiet kann vera við í stjórnini. Tí havi eg í dag boðað forsætisráðharranum frá, at tað heldur ikki er grundarlag fyri at leggja fram ein lista við krøvum.
- Vit hava eisini staðfest tey tekin, sum hinir stjórnarflokkarnir eru komnir við viðvíkjandi at koma okkara ynskjum á møti, segði Siv Jensen á tíðindafundinum.
Norska stjórnin er nú mannað av trimum flokkum: Høyre, Venstre og Kristelig Folkeparti.
Siv Jensen sigur í dag, at Fremskrittspartiet framvegis ynskir, at Erna Solberg er forsætisráðharri.
- Vit hava einki ynski um at skifta forsætisráðharran út. Vit halda, at Solberg er hin rætta til at standa á odda fyri landinum, sigur hon.
29 ára gamla norsk-pakistanska kvinnan kom seina fríggjakvøldið til Noregs, og varð handtikin í somu løtu hon setti føtur á norska jørð. Í dag varð hon varðhaldsfongslað í fýra vikur.
Erna Solberg sigur í viðmerking til fráboðanina hjá Siv Jensen, at hon nú heldur fram í minnilutastjórn. Hon sigur, at norska uttanríkisráðið hevði kanna møguleikan fyri, bert at taka børnini hjá kvinnuni heim til Noregs.
Men tað bar ikki til, sigur Erna Solberg.
- Tí stóðu við í eini tvístøðu, har møguleikarnir vóru at taka øll trý heim ella lata tey vera eftir harniðri, og tað hevði verið til stóran vanda fyri fimm ára gamla drongin, sum er sjúkur, sigur Erna Solberg.
Fremskrittspartiet hevur sitið í stjórn við Ernu Solberg sum stjórnarleiðara síðan oktober 2013. Flokkurin hevur sjey ráðharrar í núverandi stjórnini hjá Ernu Solberg, sum nú skal skipast um.
Fremskrittsfólkini sita á odda fyri átta ráðharraráðum. Talan er um Siv Jensen, fíggjarmálaráðharra, Terje Søviknes, ráðharri fyri heilsu og umsorgan, Jøran Kallmyr, løgmálaráðharra, Ingvil Smines Tybring-Gjedde, ráðharra fyri samfelagstrygd, Harald Tom Nesvik, fiskivinnuráðharra, Jon Georg Dale, samferðslumálaráðharra og Sylvi Listhaug, ráðharra fyri innflyting og integrasjón og sum eisini hevur sitið sum olju- og orkumálaráðharri eftir at Kjell-Børge Freiberg fór frá beint fyri jól.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald