Innanlands

Minningarguðstænasta í Havnar kirkju sunnudagin

Tað er til minnis fyri børn, ið farin eru. Hetta tiltakið var á fyrsta sinni í 1997, og er eitt høvi hjá foreldrum sum hava mist at tendra eitt ljós og minnast

2023-11-03 09:04 Author image
Innsent
placeholder

Sunnudagin 5. november, ið er allhalganna sunnudagin, verður minningarhald fyri børn, ið farin eru, í Havnar Kirkju.

Gerhard Jónsson Mikkelsen prestur prædikar, og Maria Ronnisdóttir av Heygnum syngur. Drekkamunnur verður í Beranum, Niels Finsensgøta 32 aftaná gudstænastuna. 

Minningarhaldið verður sum ein vanliga gudstænasta. Áðrenn gudstænastuna er høvi hjá teimum, sum hava hug til tess at tendra ljós fyri barninum, tey hava mist, og vit minnast tey í kvirru. Hetta er frá klokkan 15.30. 

Slíkt minningarhald varð skipað á fyrsta sinni í november í 1997. Undirtøkan var so mikið góð, at avgjørt var at gera hetta til ein vakran og afturvendandi sið, har øll kunnu minnast mista barn sítt – óansæð nær og í hvørjum sambandi barnið er mist.

Tá ið vit missa eitt barn, missa vit ein part av okkum sjálvum. Ein part av okkara framtíð, ein part av okkara samleika. Vit náddu at knýta sterk bond til børn okkara, annað hvørt tey vóru fødd ov tíðliga, til tíðina ella vit hava livað saman við teimum.

Saman minnast vit tey farnu børnini við einum dámi av góðsemi og fløvan, einum siði við ritualum, ið er við til at binda bond ímillum fortíð og framtíð.

Í dag liva vit í eini mentan, har vit dagliga skulu vísa skjótleika og framfýsni, sum prógv uppá, at vit liva lívið til fulnar. Vit geva okkum ikki stundir at dvølja og sansa. Henda sterka kenslan av felags lagnu, gevur bæði foreldrum og avvarðandi stundir til at minnast børnini, ið fingu eitt alt ov stutt lívsskeið.

Tá ið vit tendra ljós fyri børnum okkara, er tað eitt tekin um kærleika og at børn okkara enn lýsa í hjørtu foreldranna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder