Innanlands

Minningarhald teirra sjólátnu á Vinnuháskúlanum

Føroyska Sjómansmissiónin skipar fyri. Bárðar á Steig Nielsen og Theodor E. D. Olsen luttaka

2019-10-31 16:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fríggjadagin 1. november er allahalgannadagur og minningardagur teirra sjólátnu.

Sum siðvenja er, skipar Føroyska sjómansmissiónin fyri almenna minningarhaldinum í Havn, sum verður klokkan 14 á Vinnuháskúlanum, Nóatún 2.
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, talar, og Theodor E. D. Olsen, prestur, hevur andakt.

Síðani verður farið niðan í viðarlundina, har løgmaður vegna Føroya fólk leggur krans við minnisvarðan. Prestur heldur bøn og lýsir signingina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder