2023-11-01 11:27
Sum siðvenja er, skipar Føroyska sjómansmissiónin fyri Minningarhaldið teirra sjólátnu alhalgunardag, í dag 1. november.
Minningarhaldið verður kl. 14. á Vinnuháskúlanum í Nóatúni 2, í Havn.
Høgni Hoydal, landstýrismaður heldur røðu og Ann Hermansdóttir, prestur, hevur andakt.
Aftaná verður farið niðan til minnisvarðan í viðarlundini, har kransur verður lagdur.
Tíbetur er eingin deyður í sínum starvi á sjónum farna árið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald