Mentan

Minningarorð um Páll Kára Olsen

Saknurin verður stórur, men saknurin verður allarstórstur hjá tær, góða Esmi. Harrin hjálpur tykkum øllum

2022-08-01 22:10 Author image
Minningarorð / Jákup Olsen
placeholder

MINNINGARORРUM BEIGGJA MÍN

Páll Kára Olsen, Argir

Kári Olsen, sum hann varð róptur, varð føddur 10/4 - 1949 í Vági. Kári var sonur Miu og Karl Olsen í Toftalíð í Vági. Hann varð róptur Kári,  uppkallaður eftir Kára hjá Hannemiu og Sámal farbróður, tann Kári doyði bert 8 ára gamal. Navnið Páll var eftir tí degi, hann var føddur, Pálmasunnudegi.         

Kári vaks upp í Toftalíð eins og ogur aðrir dreingir í grannalagnum, spældu fótbólt á Vendiplássinum ella á Losjubønum, um ogur ikki róðu á sjálvgjørdum flakum fram við møluni í Toftalíð. Í ringum veðri, og tá ið regnið sílaði niður, varð spælt innandura hjá okkum sjálvum og øðrum. Onkuntíð varð spælt bobb, og tá kundi Lisa omman vera mitt í rokanum, tí henni dámdi væl eins og ogur at spæla bobb. Lisa omman búði síni nógvu seinastu ár hjá ogur í Vági.  Abbin Jákup, maður hennara doyði ungur  bert 57 ára gamal. Lisa omman, sum var systkinabarn við Poul F, bleiv 83 ára gomul. 

Eftir lokið præliminerprógv úr Vágs skúla, var Kári hjálparmaður á avgreiðsluni hjá Skipafelagnum í Vági, sum pápi mín hevði um hendi og seinni yvirtók, og var tað alla tíðina ætlanin, at Kári skuldi taka yvir eftir hann, og tí hevði Kári lært alt um skrivstovuarbeiðið hjá pabba, men tíðir broytast og siðir skifta, og so var eisini her. Niðurgangstíðir vóru sjónligar í Vági, tí bygdin fylgdi ikki við. Eg var farin niður til Danmarkar at lesa, og Ottar bróður var farin í bankalæru í Havn. Kári hevði tó lært  nógv her bæði bókhald og bókføring, so hann var ikki hvør sum helst. Ottar kendi ein skilamann sum arb. hjá Poul Hansen í Havn, tað var Sigmund í Hoyvík, kvøðarin mikli. Hendan mannin tosaði Ottar við um at fáa starv til Kára hjá Poul Hansen í Havn. Tá ið Sigmund sá hondskrivtina hjá Kára, segði hann beinan vegin : hatta er ein sera dugnaligur drongur. Kári var so hjá Poul Hansen í fleiri ár, men pabba vildi hava Kára suðuraftur til at hjálpa sær á Skipafelags avgreiðsluni. 

Broytingartíðir vóru, sum eg fyrr havi sagt, og føroyingar vóru í byrjanini sjálvir við til at stovna heilsølur. Poul Hansen vildi stovna heilsølu í Suðuroy og hevði góðtikið at vera í bygninginum á Løghamri, sum kommunan átti, og sum pabba hevði tosað við teir um, men kommunan segði nei. Í býráðnum í Vági, var eisini umframt pabba størsti keypmaðurin í Vági. Hann fekk mótmælt hesum við orðunum: koma teir til Vágs, vil mín forrætning fara á húsagang. Poul Hansen heilsøla endaði so á Tvøroyri, og har er hon enn. Endin við tí var, at nú bleiv meginparturin av allari vøru lossaður upp á Tvøroyri, og Tjaldrið  gavst við at sigla upp á Vág.

Eftir nakað nógv av tíð í Vági, mátti Kári finna seg í at leita sær aftur til Havnar, tí Tjaldur hevði nú lítið og einki at sigla við og koma eftir til Vágs.

Kári fekk starv sum leiðari á betongblandistøðini hjá Pihl og Søn. Hana leiddi hann í fleiri ár við stórum hepni, og sum gav stórt yvirskot. Higani fór hann at leiða virkið hjá Just Sivertsen og var har í fleiri ár, og fór til seinast at arbeiða á Hjálpartólamiðstøðuni hjá tí Almenna, til hon bleiv løgd niður. Eftir hetta fekk hann starv á Almannastovuni, til hann legði frá sær vegna aldur. Kári kom ígjøgnum øll hesi arbeiði at kenna nógv  fólk, bæði havnafólk og uttanbýggja fólk, eitt nú hvalbingar og bleiv avhildin av hesum fólkum.

Sagt verður, at Kári var væl lýddur alla staðir, har hann var. Eg havi tosað við nógvar menn. Menn sum m.a. arbeiddi hjá Pihl & Søn, har allir bara róstu Kára, og  tað gjørdi eisini fólk á Argjum og ikki minst grannarnir fyri at nevna onkran Inger og Erling á Argjaboða, øll bera og bóru Kára   tað allarbesta. 

Kári var handaligur og hegnigur. Hetta bera hansara egnu hús besta prógvið um, og sum hann sjálvur hevur bygt meginpartin av og allatíðina hevur hildið viðlíka. Har bygt varð, stóðu fyrr eini gomul hús, sum blivu tikin niður so hvørt, sum bygt varð. Alt hetta handaliga og skilagóða hevði hann ikki frá fremmandum, hann var miðgerðarmaður, og hann bleiv argjamaður burturav, og hyggur ein at minnisvarðanum yvir tey bæði, sum fyrst bygdu á Argjum, og sum stendur stutt frá húsunum hjá Esmi og Kára, so sæst, at konan har er ongin minni enn Elspa Dánjalsdóttir av Miðgerði. Hesin umtalaði Dánjal var beiggi Poul á Miðgerði, sum bygdi Agrar. Konan Elspa Dánjalsdóttir var sostatt systkinabarn við  Jákup bøkjaran á Øgrum, sum hevði lært til bøkjara í kongliga handlinum í Havn. Jákup bøkjarin, sum varð útnevndur kongaligur karantenu offisiantur av Pløyen, at virka saman við faðirinum Poul á Miðgerði, hann sum bjargaði fransmonnunum á sinni, til at innkrevja skatt av fremmandum skipum, sum komu inn á Vágsfjørð og eisini kannað, um sjúkur vóru umborð o.a. Hesin politimyndugleiki sat á Øgrum frá um.l. 1826/27 til 1911 - eini góð 80 ár, til hann bleiv fluttur til Vágs, og haðani nokk so skjótt fluttur til Tvøroyrar, har hann er enn.  Frá Jákup bøkjaranum er Kári 5. lið í beinari linju. Aftaná bøkjaran kemur Niels Petur Midjord, so Jákup abbi mín, so mamma og so Kári. 

Kona Kára, Esmi er fødd og uppvaksin í Vági, barnaheim hennara lá við  Gjógvará, í hinum endanum á bygdini, júst á grundini har hús og prestagarðurin hjá Schrøter presti hevur staðið, júst har spírarnir til alt føroyskt komu undan.  Tey fyrstu orð á føroyskum eru skrivaði har, júst har tosið um at byggja Royndina hevur verið, tosið um undirvíng, sum fór um allar Føroyar,  skaldskap, kvøðing, yrking hevur gingið fyri seg í millum Nólsoyar Páll, Schrøtar prest, Poul á Miðgerði og aðrar. Jú, Esmi, allan tín uppvøkstur hevur tú, úr køksvindeyganum hjá tykkum, sæð oman yvir har, ið byrjanin til tjóðskaparrørsluna av álvara gekk fyri seg. 

Esmi og Kári eiga 3 børn: Margreth, sum er gift við Hildibrand, Bergur við Durutu og Idar við Fridu. Hildubrandur og Margreth eiga 2 døtur, Bergur og Duruta eiga 1 drong og 2 døtur og Idar og Frida eiga 3 døtur. Børn og svigarbørn eru øll vælútbúgvin akademikarar og eru komin væl fyri. Øll hava stór og vøkur hús, og øll hava búsett seg á Argjum.   

Lat meg her leggja afturat, at Kári var 13 ára gamal, tá ið hann var saman við mammu og pabba á Nr. Nissum sem., tá eg varð liðugur sum lærari. Hetta var fyrstu ferð, at mamma og Kári vóru uttanlands. Eftir dimissiónina fóru vit øll 5 í leigubili til Hartzen (Goslar) í Týskalandi. Hetta var ein sera góður og flottur túrur, tí har var alt so avbera vakurt.

Eftir hetta fóru vit til Keypmannahavnar - Tåstrup og búðu í húsunum hjá Nannu og Róa Jespersen, tey vóru ikki heima beint tá. Hetta gleddi mammu mína ómetaliga nógv at kunna búgva hjá systurdóttrini.  Eftir hetta gekk leiðin heim aftur til Føroyar - eitt upplivilsi ríkari. Kári og eg hava altíð verið nær knýttir at hvørjum øðrum. Heitti onkur á Kára um eitt ella annað, segði Kári ongantíð nei. Kári var fittur og hjartagóður. Eg havi mist mín yngsta bróður - “eg havi mist mína høgru hond”, sum tikið verður til. Kári verður djúpt saknaður av mær og mongum, og ikki minst av øllum hansara. Tit hava mist ein góðan pápa, verpápa og abba. Saknurin verður stórur, men saknurin verður allarstórstur hjá tær, góða Esmi. Harrin hjálpur tykkum øllum.  

Friður verður við minninum um Kára Olsen.

Jákup Olsen

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder