Uttanlands

Minst fýra deyð í skottilburðinum í Wien

Skotni gerningsmaðurin verður lýstur sum islamskur yvirgangsmaður. Møguliga vóru fleiri við í álopinum

2020-11-03 06:56 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fýra fólk, harav ein gerningsmaður hava latið lív undir skottilburðunum í Wien í gjárkvøldið. Minst 15 hava fingið skaða.

Tað upplýsti innanríkisráðharrin í Eysturríki, Karl Hehammer, á tíðindafundi tíðliga í morgun.

- Vit upplivdu í gjárkvøldið eitt álop frá minst einum islamskum yvirgangsmanni, segði Nehammer.

Myndugleikarnir eru komnir fram á, at talan er um eitt islamskt yvirgangsálop við at kanna bústaðin hjá manninum.

Enn er ógreitt um fleiri gerningsmenn eru leysir. Løgreglan kannar framvegis málið.

Á tíðindafundinum upplýsti eysturríkska løgreglan, at fýra fólk, teirra millum gerningsmaðurin, eru deyð og 15 álvarsliga særd. Tveir mans og ein kvinna er millum tey deyðu – enn eru nøvnini ikki almannakunngjørt.

Ein gerningsmaður varð eisini skotin av løgregluni.

Viðkomandi hevði eina automatiska byrsu, fleiri handvápn og ein bumbuvest, sum vísti seg ikki at vera nøkur bumba.

Hendingin fór fram í gjárkvøldið miskeiðis í Wien. Skot vóru á seks ymiskum støðum í býnum, øll hærhendis eini jødiskari synagogu.

- Enn er ikki møguligt at siga við vissu, um ikki fleiri gerningsmenn vóru við, segði innanríkisráðharrin í morgun.

Hann endurtók áheitanina til almenningin um at halda seg heima í morgun.

Hann kallaði álopið fyri eina roynd at gera seg inn á eysturríkska fólkaræðið. Løgreglan hevur í natt stongt miðbýin av í royndini at finna fleiri gerningsfólk.

Fleiri politiskir leiðarar hava í nátt sent stjórnini í Eysturríki samhugaheilsanir, skrivar Ritzau. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder