Uttanlands

Minst 14 fólk doyði tá reklamuveggur rapaði

Enn eru fólk og bilar fangaðir undir rapaða vegginum í indiska býnum Mumbai

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2024-05-14 10:33 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Minst 14 fólk doyðu, tá eitt risastóra reklamuskelti rapaði undir illveðri í indiska stórbýnum Mumbai. 75 fólk fingu skaða í hendingini, upplýsa indisku myndugleikarnir í dag.

Reklamuveggurin, sum var 1.338 fermetrar stórur, og sostatt størri enn ein olympiskur svimjihylur, datt oman á fleiri hús og eina bensinstøð við ein veg við nógvari ferðslu.

Av teimum 75, ið komu til skaða, eru 31 fólk útskrivað aftur, upplýsir kommunali myndurleikin, BMC, sambært Ritzau.

Sambært hesum myndugleikanum, hevði eigarin av raklamuvegginum ikki neyðugu loyvini at seta veggin upp.

Umleið 25 fólk og nakrir bilar eru enn fangaðir undir niðurdotna reklamuvegginum. 

[object Object](Mynd: EPA)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder