2023-10-24 07:32
Ísraelsk flogfør hildu fram við loftálopinum á fleiri støð í Gazageiranum í nátt.
Hamas-stjórnin í Gaza sigur í dag, at ísraelsku álopini í nátt hava kravt minst 140 mannalív, skrivar NRK.
Tíðliga í morgun segði ein kelda í heilsuverkinum fyri Al Jazeera, at minst 110 fólk vóru dripin í eini røð av loftálopum síðan í gjárkvøldið.
Sambært palestinsku tíðindastovuni, Wafa, lógu flest fólk eftirá í Rafah har suðuri í Gaza, har yvir 30 fólk lótu lív.
Sambært myndugleikunum í Gaza eru yvir 5.000 fólk deyð í økinum síðan Hamas leyp á Ísrael 7. oktober og drap minst 1.400 fólk.
Upplýstu deyðatølini eru enn ikki váttað av øðrum keldum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald